LIMUR Í GRÓT - KONSERT 7. APRÍL 2018

$14.45 Dánjal og Afenginn í Töting

Leygarkvöldið 7. apríl kl. 20.30 í Töting***

Her fært tú tvær sprænandi orkukeldur í einum potti, alt undir sama taki, sama kvöld og fyri bert eitt atgongumerki.

Bæði Dánjal og Afenginn flirta við sjangrur sum klezmer, world, folk og balkan, sett saman í ein norðurlendskan cocktail. Tónleikurin hjá báðum bólkunum er serstakur, feitur, glaður, inniligur og spruttar av orku. Konsertirnar eru altíð góðar og áhoyrarin fær altíð serstakar upplivingar við bæði Dánjali og Afenginn.
Vit hava sera nógvar stórar og minniligar lötur frá hesum báðum bólkum ígjögnum nógv ár, við framförslum í Töting, á G! og á Hoyma.

Atgongumerki á 150 kr. (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót), fáast til keyps í forsölu her.