IKKI LIMUR Í GRÓT - KONSERT 3. MARS 2018

$21.67 Lea Kampmann og Påls Butikk í Tøting

PÅLS BUTIKK (NO):
Soleiðis ljóða nøkur av ummælunum av rokkbólkin úr Oslo:
"Oslo-rockebandet ute etter å bringe det upolerte og sjangerfrie inn i norsk rock" GAFFA.

"(...) energisk og dynamisk rock med tydelig punkpreg og særdeles gjennomarbeida og gode tekster på norsk. Låtmaterialet er solid og spennende, med overraskende innfallsvinkler, uventede taktskifter, fine stemninger og fiffige harmonier i fleng" Romerikets blad.

"Påls butikk klarer å mane opp en stemning som gir deg et smil om munnen og lyst til å danse litt der du sitter under pleddet i sofaen din. Dette vil utvilsomt gjøre dem til et populært liveband."

Flestu ummælini um Påls Butikk leggja dent á, at hetta er ein serliga góður live-bólkur, og tí kann ikki sigast annað, at tú sum áhoyrari, ert í tí heppnu støðu, at tú júst hevur møguleika at uppliva hendan bólkin á palli í Tøting.

LEA KAMPMANN:
Tá Lea var kunngjørd at spæla á G! Festivalinum í fjør summar, lýsti festivalurin dugnaligu sangarinnuna soleiðis:

"Tað hevur givið afturljóð upp á mánan og aftur, tá inniliga og fjálga Lea Kampmann seinasta hálva árið hevur brakað seg inn á føroyska tónleikapallin.

Hon og bólkur hennara hava verið sera nógv umbiðin á spælistøðum kring landið og gjørdu veruliga um seg við oyrafangandi framførslu í Morgunsendingini í útvarpinum. Í mars mánaða hitaði hon upp fyri Eivør Pálsdóttir í Tøting í Gøtu og Reinsarínum í Havn."

Júst hendan umtalaða framførslan í Tøting, saman við Eivør, var ein sera minnilig konsert, har Lea sang seg beint í hjørtuni á rúnabundnu áhoyrarunum.

Síðani seinast Lea vitjaði í Gøtu, hevur hon útgivið EP´ina Common Blue, ið hevur fingið nógv rós. Hoyr vakra lagið Moonsick her:
https://www.youtube.com/watch?v=6icYfBrcD40


Atgongumerki fáast til keyps fyri 150 kr., (tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) her:
https://gfestival.fo/products ella við dyrnar frá kl. 20.00.

Atgongumerki verða ikki avløgd.