-Vátt, men gott!
Hóast rætt víkingaveður heldur góði festivalhýrurin fram á G! í dag. Tað prógvaði ein fantastisk fjøld til fyrsta høvuðsnavnið á Sandinum í dag, fólkaduoin Hudson Taylor.
-Vóni at síggja tykkum aftur," rópti onnur helvtin av Hudson Taylor eftir sín síðsta sang á Gøtusandi fyri løtu síðani.
Við eini fantastiskari fjøld, sum dansaðu, klappaðu og sungu við, var ikki ivi um, at G! eigur nokk bestu festivaláhoyrarar í landinum.
Stílurin hjá Hudson Taylor, sum í dag hevði við sær gestasangarinnuna Gabrielle Aplin, er glaður og fólksligur, og tað hevur grundarlagið fyri einum framhaldandi frálíkum festivaldegi.