18 Jul 2024

G! festivalurin byrjar í dag!

Hósdagur 18. juli 2024 Syðrugöta

 

G! festivalurin, sum hevur verið hildin í Syðrugötu síðani 2002, byrjar í dag og heldur fram til leygardagin.

Við framúr góðum veðri hava uppsetingin og seinastu fyrireikingarnar gingið væl, og nógv fólk kemur at vitja Syðrugötu næstu dagarnar.

Tónleikaskráin byrjar við Enekk, sum hevur havt grundleggjandi ávirkan á föroyskan tónleik síðani tíðliga í nítiárunum. Enekk letur Spæliplássið upp kl. 17.

Kl. 18 letur pallurin á Sandinum upp við Einangran, sum Lea Kampmann og Heiðrik av Heygum standa aftanfyri. Síðan kemur ein perluröð av fjölbroyttum og forkunnugum tónleiki, m.a. Samba Toure við sínum eyðkendu afrikansku Songhoi bluestónum úr Mali, Sound of the Damned úr Grönlandi, Das Body úr Noregi, íslendsku GRÓA, donsku veitslumakararnir Specktors (Untz Untz Untz), og niðurlendsku Personal Trainer.

Harumframt verður ein spennandi skrá í Fjósinum við m.a. Elinborg, útgávukonsert við Silvurdrongi, Ragnar Finsson, og filmssýning fyrr um dagin.

Longu í gjár byrjaði veitslan á tjaldingarökinum, og í pottunum á sandinum. So kom við til Syðrugötu til eina ógloymandi byrjan upp á festivalin, við framúr tónleiki, góðum felagsskapi og tí besta av föroyskum gestablídni og veitslulagi.

Tú mást fara!

27 Jan 2026
Lynks

Naughty queer pop out of England. Read more »

27 Jan 2026
Bolstad - Gritty Faroese rap

Bolstad truly made his mark when he performed at Sement and was broadcasted on live television. Read more »

27 Jan 2026
Jerub - A voice that strikes a chord

Once again this year, we’re delighted to welcome a rising star from England. Read more »

27 Jan 2026
Guðrið Hansdóttir - Fresh, Crisp, and a little Trippy

Guðrið Hansdóttir is one of the Faroe Islands’ most cherished singer-songwriters. With several albums to her name, she holds a special place in Faroese music, admired for her distinctive voice and tho… Read more »

17 Dec 2025
Tunghoyrt at G! 2026

The newest rock sensation on the Faroe Islands is called Tunghoyrt. Read more »

10 Dec 2025
Triple Grammy Winner Coming to the G! Festival

We’re thrilled to announce one of the most exciting artists ever to join the G! Festival lineup: the American powerhouse Fantastic Negrito. Read more »