G! Kirkjan
Vit eru á G! aftur í ár og gleða okkum at bjóða tær á festival og inn í G!kirkjuna, sum er opin hvört kvöld á festivalinum frá 18:00-00:00.
Prestar eru at heita á at skeinkja tær ein kaffimunn og leggja oyra til tað, tú hevur uppá hjartað.
Leygarmorgun kl. 11:00 er árliga festivalgudstænastan í Fjósinum! Í ár prædikar Theodor Eli Dam Olsen, sum er sóknarprestur í Hoyvík og Kaldbak. Josh Cana framförir egnan tónleik á ljómborð og kórið Silvitni syngur. Gudstænastan verður teknmálstulkað.
Vit gleða okkum at síggja teg!