CROQUIS Í TÖTING
Kom og tekna Croquis í Töting.
Fríggjadagin frá 11.00-13.00
Hvat er croquis? Í stuttum er tað ein tekniformur, har man teknar nógvar, skjótar skitsur live av einum naknum kroppi. Croquis í Töting fer at vera eksperimenterandi, frískligt og prosess-orienterað.
Saga Kapna (myndlistafólk og listafröðingur) er vertur og fer at vegleiða í ymiskum teknikkum og geva íblástur, so vit saman kunnu spæla við úttrykk og mátar at formgeva kroppin uppá pappír. Durita Dahl Andreassen (sjónleikari) verður croquis-model.
Öll eru vælkomin. Vit lova at tú fært okkurt burturúr, bæði um tú arbeiðir professionelt við myndlist, men eisini um tú ert meistari í at tekna pinnafólk.
Vit syrgja fyri alt tekni-tilfar, og vit tekna tvær ferðir 30 minuttir við pausu í miðjuni.
Avmarkað pláss - kom í góðari tíð.