Techno Yoga
Techno Yoga er eitt ískoyti til G! festivalin har möguleiki er fyri at stuttleika sær. Ein lívligur máti at byrja dagin uppá við rörslu og tónleiki. Íblásturin er sum navnið vísir á frá joga, har hughygni (mindfulness) verður ein háttur at koma yvir timburmenninar, og vit brúka joga stöðurnar til at kveikja lív í kroppin aftur, fyri at orka at geva leygardegnum alt vit hava á G! 2024.