Sært tú meg
Heimildarröðin hjá Kringvarpi Føroya "sært tú meg?" kemur á gátt á G! 2024. Í Fjósinum verður sofuprát fyrst við tær báðar, Onnu Joensen-Næs & Mariu Winther Olsen, ið standa aftanfyri röðina. Síðani verður orðaskifti við fýra luttakarum úr 2. sesong. Sissal Kampmann leiðir prátið. Hövið verður at seta spurningar aftaná. Eisini ber til at merkja á egnum kroppi, hvussu er at sita í heita reyða stólinum. Teir fýra stólarnir og tað syngjandi borðið stendur tökt til öll tey, ið ynskja at royna seg í Hjallinum í Syðrugötu. Nú er spurningurin: Tora tit at leggja hugsanirnar hjá öðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?