4 Jun 2024

Seinastu kunngerðir okkara: Silvurdrongur, Himmerland, Die Færösche Polka Band og üBERNöRD!

Í fleiri mánaðir eru növn, sum fara at framföra á G! í ár, kunngjörd. Við hesum kunngera vit nú tey seinastu fýra növnini av tónleikaskránni, og vit gleða okkum at uppliva yvir 40 növn saman við tykkum í Götu dagarnar 18.-20. juli í ár!

Silvurdrongur

Tá ið Silvurdrongur kom á banan visti tú skjótt, at her var ein av hasum heilt serligu, sum tú um 20 ár enn fert at práta um.

Ein slóðbrótandi yrkjari, rappari og fjöllistamaður, sum stillisliga hevur brotið mörk við sínum tónleiki og sjónbondum. Föroyska málið verður brúkt til fulnar, og rapphátturin er ikki ein roynd at vera sum nakar annar. Silvurdrongurin er bara púra sín egni.

Framförslan á G! verður sanniliga nakað heilt serligt, tí júst tá kemur nýggja heildarútgávan "nú æt eg eftir ánni” út.

Gleð teg til nýggjar tónar frá Silvurdronginum á G!


Himmerland (DK/FO/SE/SCO)

Fólkatónleikarabólkurin Himmerland er sum ferðafuglurin - hin gamli vinurin, ið kemur aftur á vitjan.

Hettar er undurfullur fólkatónleikur, sum blandar gamlar danskar vísur við lívligt fiólspæl og fría framförslu. Konsertin er fingin í lag í samstarvi við Summartónar, sum hvört ár gevur eitt sera gott íkast til skránna á G!.

Öll, sum dáma fólkatónleik og gott huglag eiga at koma til hesa konsertina á G!


Die Færösche Polka Band

"Tað skuldi bert verða eitt tónleikabrot til eina veitslu" - soleiðis byrjaði tað.

Burtur úr hesi tilvild spratt messingbólkurin Die Færösche Polka Band, sum megnar at lata allan hugsandi tónleik í knæbuksur og tyrolarahatt.

Og hvar fara tey at spæla? Tað vita vit við vilja ikki enn! tí hettar verða stökk upp konsertir, sum fara at spreiða gott lag ymsastaðni á ökinum.

Pepp! Pepp! ... Polka er stuttligt og G! verður stuttligt!

üBERNöRD

üBERNöRD bjóðar inn til rimmar dansiveitslu, har tínar iljar verða kitlaðar við einum tölandi miksi av disko og tess mongu síðugreinum. Feitar rútmur, funkuttir klassikkarar og góður hýrur.

Finn tær brúllkremið og leðurjakkan fram, tí vit fara at dansa á G!

Tað er higartil greitt hesi spæla á G! Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), Teitur (FO), Swangah (FO), Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Enekk (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) Nelly Moar (NO) Playmo (FO), Silent Disco Club (NO) Spælimenninir (FO) DJ Quien (BO/DE) Samba Touré (ML) James Blames (SCO/FO) Songs From Tin Pan Alley (DK) Silvurdrongur (FO) Himmerland (DK/FO/SE/SCO) Die Færøsche Polka Band (FO) og üBERNöRD (FO).

24 Jul 2026
G! Festival 2026 was something truly special

Thank you to everyone who came and made G! Festival 2026 something truly special. Read more »

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »