28 May 2024

DJ Quien, Samba Touré, James Blames og Songs From Tin Pan Alley spæla á G!

Messandi og grundandi huglög sum blandað við rútmu ganga aftur á ymsan hátt, nú vit aftur hesa vikuna kunngera fýra növn.

DJ Quien

Hin skravandi DJ Quien kemur úr Bolivia og er búsitandi í Berlin.
Gjögnum hesa samanrenning av mentanum hevur hann í 20 ár ment sín egna stíl.
Dundrandi bassurin gongur aftur, tá ið hann arbeiðir seg ígjögnum kumbia, funk, soul, disko og boogie og blandar hettar við greitt elektronisk stev.
Komið og upplivið ein skrappan skravandi diskara á G!

Samba Touré

Malisiski Samba Touré spældi í bólkinum hjá hinum navnframa Ali Farka Touré.
Ljóðið er samanrenning millum afrikansku oyðimörkina og amerikansku blústónarnar.
Gittarspælið er messandi og hypnotiserandi. Röddin er klár og væl upplögd. Tekstirnir, hóast ringir hjá okkum at skilja, snúgva seg um lívið og umstöðurnar hjá vanliga fólkinum, sum stríðist á botninum av samfelagnum.
Fyll tær vatndunkin, nú hin sterka sólin úr Mali fer at skína á G!

James Blames

Vit eiga í Föroyum ein undarligan skölt úr Skotlandi. Hesin eitur James Blames, og hann spælir tað hann sjálvur kallar fyri antitónleik. Tað er skitið og roynir ikki á nakran hátt at kína tær eftir hárunum.
Vit eru í einum punkuttum og elektroniskum hugaheimi, har alt er loyvt, uttan at tekkjast lurtaranum.
Tá ið tað er sagt, so er tónleikurin avgjört tónleikur. Hann minnir ikki sört um at sita á einum tibetanskum fjallatoppi og grunda djúpt. Men heldur enn bleyt hohmmmm, so skríggjar tú út í alheimsins tómleika.
Kom og blanka tær lótirnar saman við James Blames á G!

Songs From Tin Pan Alley

Songs From Tin Pan Alley úr Keypmannahavn er ein snillingur at gera elektronisk huglög. Onkursvegna megnar hann at blanda stöv uppí síni vökru ljóðtapet og at fáa lív í elektronikkin.

Tann fyrra framförslan verður ein samvirkin löta, har lurtarin kann ganga rundan um ljóðförini, og sleppa at royna hvat hendir, tá ið skrúvað verður á knöttarnar á hesum elektronisku tólum. Hin seinna framförslan verður tað vit kalla "timburmannarökt", sum verður á sandinum við hitapottarnar. Har kanst tú njóta ljóðtapetið, ímeðan tú fært vælveru í hitapottunum, ella tú liggur og slappar av í eini heingikoyggju.

Kom og nördast ella tak tær av löttum saman við Songs From Tin Pan Alley á G!

Tað er higartil greitt hesi spæla á G!, og enn eru nógv növn eftir at kunngera: Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), Teitur (FO), Swangah (FO), Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Enekk (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) Nelly Moar (NO) Playmo (FO), Silent Disco Club (NO) Spælimenninir (FO) DJ Quien (BO/DE) Samba Touré (ML) James Blames (SCO/FO) og Songs From Tin Pan Alley (DK).

24 Jul 2026
G! Festival 2026 was something truly special

Thank you to everyone who came and made G! Festival 2026 something truly special. Read more »

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »