21 May 2024

Enekk, Spælimenn, Playmo og disko í tí stilla

G! kunngerð nu fleiri növn hvönn týsdag. Hesuferð er talan um 4 növn, sum fevna um fólka-, heims- og teknotónleik, umframt eitt ljóðleyst stökk-upp diskotek

Enekk

Bólkurin Enekk bleiv heimskendur í Föroyum við vakra lagnum "Eru vit til?".
Teir funnu skjótt sína heilt egnu tónleikaligu hyll, tá ið teir á granskandi hátt fóru at blandað föroyskan fólkatónleik við m.a bulgarskan fólkatónleik. Úr hesum kom eitt serligt ljóð, sum eisini er styrkt við mergjaðum föroyskum tekstum.

Bólkurin Enekk hevur við sínum trúðvirði kveikt ein brennandi loga í óteljandi tónleikarum í Föroyum.

Bulurin í bólkinum hevur öll árini verið Kári Sverrisson, Agnar Lamhauge og Óli á Grindafløtti, og tað verða hesir vit koma at uppliva á G!.

 

Spælimenninir 50 ár

 Spælimenninir spæla glaðan fólkatónleik við klaveri, violin, mandolin, blokkfloytu og bassi. 

Tónleikararnir koma ymsa staðni frá, og soleiðis rennur saman millum tónleikaligan siðaarv.

Tey hava spælt fleiri ferðir á G!, men hesuferð er nakað heilt serligt, tí tey fylla 50 ár. Tað eru ikki 50 dagar. 

Og í tey hálvt hundrað árini tey hava ferðast og spælt, er smittandi spæligleðin ongantíð minkað. Tvörturímóti. 

So kom tú í rundan föðingardag hjá Spælimonnunum á G!

 

Playmo

Hettar er helst okkara fremsta teknoskald, Playmo. 

Tónleikur hansara er hart pumpandi elektroniskur teknotónleikur, hann verður spældur av heimskendum diskarum kring allan knöttin, og stór teknoplátufelög standa í röð, fyri at geva út tónleik hansara. 

Í fjör spældi hann í Fjósinum, men í ár ætla vit at lova honum út til stóru fjöldina. 

 Kom og verð við, tá ið Playmo fer at koyra veitsluna heim á G! 2024.

 

Silent Disco Club

Vart tú á G! í fjör? So manst tú hava sæð fólk í stimum dansa við oyrabúffum, uttan at tú sjálvur hoyrdi nakran tónleik. Hettar var Silent Disco Club, sum kemur aftur í ár, men hesuferð við dupult so nógvari útgerð! 

Silent Disco Club eru tríggir diskarar, sum senda tráðleyst til oyrabúffarnar. Tú setur teir á, velur eina av trimum rásum/litum, og so dansar tú ella syngir við. Tú ert kanska gulur, og ímeðan tú lurtar eftir einum lagið tú kennir væl, so kemur tú öðrum við, sum dansa í somu takt sum tú. Men so varnast tú, at tey sum eru reyð hava tað nógv stutligari enn tú, og tú skiftir til reyðu rásina, hoppar inn í tað veitsluna heldur, og syngur og dansar við teimum. Stuttligt ha?

Soleiðis er Silent Disco Club. Eitt ómetaliga stuttligt tiltak, sum fer at stökka upp ymsastaðni á G! 2024.

Tað er higartil greitt hesi spæla á G!, og enn eru nógv növn eftir at kunngera: Highasakite (NO), Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), Teitur (FO), Swangah (FO), Jamie Grey (UK), The Longest Johns (UK), Specktors (DK), Omar Souleyman (SY), JJ Paulo (DK/TZ), Personal Trainer (NL), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Enekk (FO), Plúmm (FO), Dania (FO), Alice Boman (SE), Rangar Finsson (FO), GRÓA (IS), Das Body (NO), Einangran (FO), Konsörn (FO), Jógvan (FO), Elinborg (FO), Alias Morera (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO), Agat (IL), Sound of the Damned (GL) Nelly Moar (NO) Ragnar Finsson (FO), Playmo (FO), Silent Disco Club (NO) og Spælimenninir (FO).

24 Jul 2026
G! Festival 2026 was something truly special

Thank you to everyone who came and made G! Festival 2026 something truly special. Read more »

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »