Stúvstappað Fjósskrá
Fríggjadagurin í Fjósinum er vígdur teimum, sum hava serligan tokka til fólkatónleik og guitarar
G! skráin hevur altíð verið ríkað av samstarvinum við árligu fólkatónleikarstevnuna. Í ár er meginparturin av fólkatónleikinum á skránni í kvöld í hugnaliga fjósinum.
Seinnapartin tekur fólkatónleikastevnan dyk á seg við enn einari verkstovu í fólkadansi kl 17:00, har Sharon Weiss og Kristian Blak leggja lag til. Nýggi lærdómurin kemur ivaleyst væl við seinni um kvøldið, tá dansað verður til tónleikin hjá Spælimonnunum, sum framföra á Spæliplássinum kl.02:10.
Fjósskráin í kvöld er stúvstappað við fjölbroyttum növnum, ið fara at fylla fjálga rúmið við lívligum ljóðmyndum. So tað er bara um at verða hangandi og kroka!
Millum fjósgestirnar, ið skulu spæla, eru Anna Fält, Kollslíð og Sverrisson, Óli á Grindafløtti og Heðin Ziska Davidsen, Holgar, Uni Debess, Janus og the Crowberry Bandið.