2 apr 2024

Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo!

Eitt brak av eini konsert er í væntu, tá ið norski bólkurin Das Body kemur á vitjan. Tónleikurin tey spæla er er eitt slag av punkdisko tónleiki. Ellie Linden eitur orkumikla songkvinnan, sum stendur í miðjuni, og hon minnir ikki sört um eina blanding av Debbie Harry og Gwen Stefani.

Hettar er ein av hasum bólkunum, har tað er ringt at fanga teirra sonnu orku á upptökum - eins og tað er ringt at fanga hugflog og goyma tað á flösku.

Boðini eru stutt og greið: Das Body skal upplivast! Og tað kanst tú á G!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) Nelly Moar (NO) og Sound of the Damned (GL) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »