26 mar 2024

Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini!

Sound of the Damned er ein bólkur úr Grönlandi, sum spælir deyðsmálm. Og tað sum ger hendan bólkin púra serstakan er, at sungið og knurrað (growlað) verður á grönlendskum. Sigast má at hettar riggar avbera væl!

Bólkurin hevur vitjað í Föroyum áður, tá ið teir tóku upp plátuna "Atornerlunnanga". Hettar bleiv sjálvandi gjört í Studio Bloch saman við Theodor Kapnas, kendur úr Hamferð.

Spennandi er at fylgja við, nú eitt nýtt ættarlið tekur við hjá bróðurtjóðini fyri norðan. Ungdómurin leitar aftur til upprunan, og hettar sæst millum annað, tá ið tey fáa sær siðbundnar tattoveringar í andlitið, og tey práta heldur enskt enn danskt, tá ið tey ferðast.

Vit gera klárt at lyfta hornini!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) Agat (IL) og Nelly Moar (NO) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »