10 mar 2024

7 föroysk növn kunngjörd

Aftur í ár var G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna.

Útlendsku növnini fylla nógv í prátinum gjögnum árið, men farnu vikuna tosaðu vit bert um föroysk növn. Föroysk növn hava altíð avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi lötur.

Nú spæl föroyskt vikan er farin afturum eru ikki færri enn sjey föroysk növn komin á skránna: Aggrasoppar, Konsörn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð og Dania. Frammanundan er kunngjört, at Einangran, Knút og Eivör spæla á festivalinum í ár.

 

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »