19 mar 2024

Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi!

Talan er um ungt stjörnuskot, sum longu hevur verið tilnevnd Spellemannprisen (Norsk FMA virðislön).

Við uppruna í djasslærdómi spælir Nelly Moar sína egnu tulking av R&B, har hon snildisliga blandar 2-step uppí kantutu og heitu framleiðslurnar.

G! festivalurin var til staðar, tá ið Nelly Moar herfyri spældi við bólki sínum fyri fullum sali í Gröningen, Hollandi. Framförslan var fullkomiliga framúr. Ótrúliga evnaríku tónlistarfólkini, sum öll hava gingið í djasskúla saman, hava handverkið uppá pláss, og spæla ómetaliga væl saman.

Tað verður ein glöðandi löta, tá ið Nelly Moar trínur á pallin á G! 2024. Tú mást fara!

Tað er nú greitt, at Of Monsters and Men (IS), Highasakite (NO), Eivør (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE), Aggrasoppar (FO), Hamferð (FO), Alias Morera (FO/DK), Specktors (DK), Dania O. Tausen(FO), Einangran (FO), Knút (FO), Elinborg (FO), Konsørn (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) Jógvan (FO) og Agat (IL) spæla á G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúkar G! eitt nýtt navn.

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »