10 mar 2024

Aggrasoppar spæla á G!

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir.

Eitt hitt stórsta föroyska satsið úti í heimi í lötuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey framfördu til loyniliga konsert á G! í 2023, men hon var ikki meira loynilig enn so, at tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser. Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framförsla, at hon brýtur málslig mörk. Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA eru tey tilnevnd ársins útgávu, umframt at Eyðfinnur Bogason Lamhauge er tilnevndur at vera ársins tónasmiður, og sum vit nevndu í tíðindaskrivi fyrr í hesi vikuni, er Dania O. Tausen tilnevnd til næstan allar hinar FMA'arnar í ár.

Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Konsørn, Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivör.

Fylg við, tá ið vit dagliga kunngera eitt spennandi föroyskt tónleikanavn. Atgongumerkir eru til keyps á gfestival.fo

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »