9 mar 2024

Konsörn framförir á G!

Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsörn framförir á G!

Her eru nógvir góðir einstaklingar og bólkar í hesum landinum. Men ein hin besti og mest yvirsæddi bólkurin mann vera við teimum báðum, ið rópa seg Konsörn

Við lagnum "Bei" vann Konsörn FMA í 2021 fyri ársins tónlistaverk.

Báðir limirnir eru serstakliga dugnaligir og væl útbúnir. Ei undur í at teir eru tveir av mest umbidnu tónleikarunum í Föroyum.

Hettar eru stjörnur, sum oftast standa aftanfyri stjörnurnar. Mattias Kapnas á ljóðborði og klaveri og Jan Rúni Poulsen á slagverki og trummum — hesin seinni tilnevndur FMA, sum ársins tónleikari 2024.

Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsörn framförir á G!

Hetta er sætta navnið, ið er lagst afturat skránni hesa vikuna, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Jógvan, Elinborg, Alias Morera, Hamferð, Dania, Einangran, Knút og Eivör.

Fylg við í morgin, tá  kunngera enn eitt spennandi föroyskt tónleikanavn.

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »