4 Mar 2024

Gisting sett til sölu

Gistingarmöguleikarnir, ið G! bjóðar, eru nú lagdir til sölu á heimasíðuni. Sölan av tjaldingarplássum hevur gingið væl. Nú kanst tú tryggja tær gisting í skúlastovu við Götugjógv, gisting í skúlastovu í Leirvík, gisting í kliva í fimleikarhöllini við Götugjógv ella bátapláss í Syðrugötu. Tað er sera avmarkað atgongd, so tað ræður um um at verða skjótur á knöttunum.

Tjalding í urtagörðum í Syðrugötu

Kundi tú hugsa tær at farið á festival við allari familjuni, so er tjalding í urtagörðum í Syðrugötu eitt barnavinarligt tilboð. Tú ert í bygdini tætt við sandin, har börnini frítt kunnu spæla allan dagin.
 

Húsvognar
Tú kanst keypa tær pláss til húsvogn við ítróttarvöllin í Norðragötu ella við lendingina í Syðrugötu.
 

Gisting í skúlastovu
Tú keypir atgongd til eina skúlastovu í Götu ella í Leirvík, har tú kanst halda til dagarnar, meðan G! er. 

Busssamband er ímillum Götu og Leirvík hvönn tíma, meðan festivalurin koyrir. Í hvörjari stovu er pláss fyri 8 fólkum. Madrassur eru í stovuni, men seingjarklæðir ella soviposa taka tit við sjálv. 
 

Gisting í kliva
Tú keypir tær atgongd til ein kliva, har 4 madrassur eru, so tú og trý onnur hava eitt stað, har tit kunnu sova. Seingjarklæði/soviposa hava tit við sjálv. 
Morgunmatur er til keyps á skúlanum. 
 

Bátapláss í Syðrugötu
Tit kunnu keypa tykkum pláss við lendingina í Syðrugötu og soleiðis njóta at húsast í hjartanum av festivalinum.  Tit hava atgongd til vatn, streym og stutt er til almennu festival vesini.

Skunda tær og bílegg, áðrenn uppi er

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »