3 mar 2024

Spæl föroyskt á G!

Aftur í ár er G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna.

Útlendsku növnini fylla nógv í prátinum gjögnum árið, men hesa vikuna tosa vit bert um föroysk növn. Og föroysk növn hava avgerðandi týdning fyri hvussu skráin verður myndað, og eru altíð við til at geva okkum ógloymandi lötur.


Summi eru ung, onnur tilkomin. Summi spæla mest úti í heimi og onnur mest her heima.

Hvör fuglur syngur við sínum nevi, og vit eru errin av öllum. Tónleikaríkidömið er sanniliga stórt í hesum landi.
Sjey föroysk növn leggjast komandi vikuna afturat skránni hjá G! í 2024, har onnur föroysk kunngjörd növn higartil eru Einangran, Knút og Eivör.


Fylg við, tá ið vit hvönn morgun hesa vikuna kunngera eitt spennandi föroyskt tónleikanavn. 

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »