20 Feb 2024

G! kunnger Omar Souleyman (SY) - Kryddaríið úr miðeystri

Kendi brúdleypssangarin úr Sýria, Omar Souleyman, hevur samstarvað við Four Tet og Björk - Ein livandi hetja millum hetjur.

Hann hevur framfört á Glastonbury, Roskilde, Bonnaroo, Pitchfork Paris og til Nobel friðarheiðurslönarkonsert í Noregi. Hann er umbiðin at framföra um alla klótuna, og kemur at framföra á G! 2024.

Onkuntíð kennist tað sum heimurin var meira eksotiskur fyrr.

Föroyingar hövdu huldufólk, skóru torv, hövdu kúgv og fiskaðu við snöri.

Í miðeystri hövdu tey Aladdin, flúgvandi teppir, andar í lampum og livandi matmarknaðir á götunum við litríkum sólturkaðum kryddaríum.

Alt hevur kanska hug at blíva meira líka allastaðni í dag. Nýggju húsini í Grikkalandi hava somu flisar á vesinum sum nýggju húsini í Saltangará.

Men Omar Souleyman er kanska eksotiska undantakið, ið prógvar regluna. Hann spælir teldugjördan tónleik og blandar upprunatónleik úr Sýria uppí. Eysturlendski tónastigin drönar runt á ljóðborðinum, ímeðan sangarin peppar huglagið upp í skúm.

The Guardian segði "... tað gongur so skjótt fyri seg, at einasti rætti hátturin tú fært verið við, er um tú ristir mjadnarnar".

Her kemur ein so forkunnugur tóni at runga millum fjöllini, at hann fer at minna okkum á, at heimurin vit liva í enn tann dag í dag er fjölbroyttur og vakur.

NPR segði "... so inniligt, spennandi og sterkt, at tað fær jarðisku mörkini at virka púra höpisleys"

Tónleikaliga sæð, so kemur hesin maðurin á pallin á einum flúgvandi teppi, og fer at spæla fyri huldufólkunum í föroyska mjörkanum.

Ein sera spennandi samanrenning. Og er tað nakað okkum dáma á G!, so er tað at bjóða okkara gestum serstakar lötur, við tónleiki tú helst ikki kemur at uppliva annars. Omar Souleyman kann júst hettar og tí mást tú fara!

Tað er longu greitt, at Of Monsters and Men (IS), Eivör (FO), The Longest Johns (UK), Alice Boman (SE)  Einangran (FO), Knút (FO), Aiming for Enrike (NO), Ash Olsen (NO) og Specktors (DK) spæla á  G! 2024, fylg okkara sosialu miðlum, tí hvønn týsdag kl. 9.00 avdúka vit eitt nýtt navn. 

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »