20 Dec 2023

Einangran spælir á G!

Einangran fer á pall á G! komandi ár. Hetta er fyrsta föroyska navnið, ið verður kunngjört á skránni fyri 2024.

Einangran fer á pall á G! komandi ár. Hetta er fyrsta föroyska navnið, ið verður kunngjört á skránni fyri 2024.

Onkuntíð, og bert onkuntíð, eru vit öll so heppin, at stjörnurnar standa rætt á himni, og gandur hendir. Hóast upprunin var kreppukendur, so er Eingangran dömi um, at einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt. 

Tá ið koronusóttin herjaði, varð alt sosialt og mentanarligt lív, frá einum degi til annan, lagt í oyðið. Men úr öskuni vaks tó ein avbera vökur blóma, Einangran.

Í eini íbúð í Keypmannahavn, rann tónleikaliga saman millum tvær föroyskar stjörnur, Leu Kampmann og Heiðrik á Heygum. Tað byrjaði við smáum framförslum á Instagram, fyri at stytta sær stundir og fyri at stytta um stundirnar hjá okkum öllum. Við tíðini bleiv samanrenningin til “superduoina” Einangran, ið föroyingar veruliga hava tikið til sín.

Ljóðið er heitt og röddirnar inniligar. Lögini hava ein tíðarleysan dám og framleiðslurnar eru nýmótans og væl úr hondum greiddar av Janusi Rasmussen og Sakarisi Joensen. 

 Lög sum Vetur, Seinferð, Glashús, og Koyri heim kennast longu sum nýklassikkarar.

Í heyst kom út fyrsta heildarútgáva teirra: Vendir Vindar. Um hetta mundið spældu tey við bólki fyri fullsettum Norðurlandahúsi.

Ein serstakur föroyskur og norðurlendskur dámur verður at kenna, tá ið tey fara á pallin. Gleðið tykkum at uppliva Einangran á G! 2024.

Hetta er fjórða navnið, ið festivalurin kunnger. Frammanundan er greitt, at heimskendi íslendski indie-rokkbólkurin, Of Monsters and Men, norska hipp hopp stjörnuskotið Ash Olsen, og ensku sjómansvísustjörnurnar The Longest Johns spæla á G!. 

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »