15 jul 2016

Serstaka sangløtan aftur á G!

Í ár hevur G! festivalurin lagt nógva orku í at skipa fyri einari heilt serligari sangløtu á sandinum og fyrireikararnir hava lagt stóran dent á at skapa bestu karmarnar rundanum eina hugnaliga løtu við góðum felagssangi.

G! Festivalurin hevur í ár fingið vælkenda Kim Hansen at standa fyri felagssanginum, og hann hevur boðið nøkrum av okkara fólkakærastu tónleikarum at vera við at gera løtuna heilt serstaka.

Á pallinum í ár verða Danny and the Veetos, Uni Debess, Karl Martin Samuelsen, Martin Joensen, Eyðun Nolsoe, Annika Hoydal og Eivør tá tey saman við G! gestunum fara at trína í nakrar av okkara dýrabarastu sangskattum. Leygarkvøldið kl. 22.45 fara hesi saman við Kim m.a. at syngja um 80ini og mítt land; um lítlu Elisabet og Elinborg, og so sjálvandi eisini um ‘alduna’ saman við aldunum á Gøtusandi.

Atgongumerki til G! Festivalin kunnu keypast á heimasíðuni gfestival.fo, á Magn støðunum kring landið, Tutl og Kunningarstovuni í Havn og við inngongdina.

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »