6 des 2023

Ash Olsen á G!

Í farnu viku varð fyrsta navnið á G! 2024, Of Monsters And Men, kunngjört. Í morgun er festivalurin klárur við næsta navninum norska rapparanum Ash Olsen. 

Ash Olsen er ein av bestu ungu rapparunum úr Norra. Hon hevur tikið bæði tónleikavinnu og áhoyrarar púrasta á bóli í heimlandinum. Lagið Kit Kat hevur verið vælfagnað á Tik Tok, og hevur samstundis fingið flog á dansigólvum kring alt Norra, og nú eisini í útvarpi og Spotify. 

Vit vóru so heppin at hoyra Ash Olsen framföra á Iceland Airwaves, har hon hevði eina heilt einastandandi, rúnarbindandi og orkumikla framförslu, sigur Högni Lisberg, tónleikastjóri, og vísir á, at har er breið semja um, at hetta er eitt listafólk, sum sær út til at fara at fáa sítt stóra altjóða gjøgnumbrot, áðrenn vit vita av.

Við Ash Olsen er eingin ivi um, at veitslan, ið tónleikastjórin lovaði í Kringvarpinum seinastu viku, verður sparkað enn harðari í gongd, og væntandi dansar öll bygdin við til hennara fangandi lög og stev. Ja, vit vænta at föroyingar veruliga fara at taka Ash Olsen til sín.

G! hevur öll árini lagt seg eftir at bjóða növn, ið eru á veg móti stjörnunum, og hetta er eitt dömi um júst hetta. 

Við at kunngera Ash Olsen nú, er ríkur möguleiki at fáa tónleik hennara ordiliga undir húðina, meðan vit fyrireika okkum til veitsluna í Syðrugötu 18.-20. juli 2024. 

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »