29 nov 2023

Of Monsters and Men á G! 2024

Vit sita sum á nálum í spenningi til G! 2024, og kunngera nú bæði glað og errin, at tað endiliga er eydnast okkum at fáa heimskenda íslendska indie-rokkbólkin Of Monsters and Men til Föroya. 

Fyri G! er Of Monsters and Men hin fullkomna bókiningin; ein norðurlendskur bólkur í heimsflokki, tiltikin góður á pallinum, og ein bólkur við listarligari sameining og tónleiki, ið fangar áhoyrarar í öllum aldursbólkum. 

Bólkurin fekk sítt stóra gjögnumbrot við lagnum Little Talks, ið gjördist eitt heimsumfatandi hitt. Lagið var á fyrstu útgávuni hjá bólkinum My Head is an Animal, ið eisini fostraði hitt sum Dirty Paws, King and Lionheart og Mountain Sound.

Seinni hevur bólkurin útgivið fleiri plátur og spælt kring allan heimin, og hevur javnan vitjað fjarskotin lond sum Avstralia og Suður Amerika, tó hevur hann ongantíð spælt í grannalandinum Föroyum.

Í fjör gav bólkurin EP'ina og heimildarfilmin Tíu út í sambandi við, at tíggju ár vóru liðin síðan gjögnumbrotið. 

Neyvan finst ein meira eyðkend heilsan, enn tá ið hesi rópa sítt ikoniska HEY! — og nú mugu vit öll fara, ja, möta upp og skrála HEY! niðri á sandinum saman við teimum. Komið!

Of Monsters and Men er fyrsta navnið, ið vit kunngera á ársins G! festivali. Komandi vikurnar vera fleiri onnur spennandi növn kunngjörd. Tryggja tær atgongumerki og fylg við á gfestival.fo

Tú mást fara!

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »