9 jul 2023

Unconscious___Conscious Materiality I - Materiality, Zones Between the Sea and the Land



Tann 14. juli klokkan 14-17 skipar Eksil fyri einum altjóða bókmentatiltakið á G! í Fjósinum.

Her samskipa vit eitt møti millum serliga Skotland, Wales og Føroyar.

Vit fara at hoyra samrøður, framløgur og upplestur frá nógvum ymiskum høvundum.

Tað vit m.a. fara at tosa um er:

… nýggir poetikkir og listarligar kanningar, ið fevna um fleiri listagreinar har vit kanska serliga hugsa um menniskjans leiklut í mun til viðurskiftini millum bókmentir, umhvørvið og sorg/umsorgan.

… vit menniskju eru fløkt inn í alskins viðurskifti millum djór og umhvørvið, har gamlar sokallaðar antroposenar tilgongdir eru ein partur av trupulleikanum.

… sum eitt alternativ er jarðaryrking ella geopoesi ein tilgongd, ið kann skiljast sum menniskjans viðurskifti við jørðina.

- Hvussu kunnu vit skilja lív, ið er “meiri enn menniskjaligt” t.d. tað lívið, ið livir á sjónum?

- Hvussu kann materialitetur vera partur av sonum, so sum t.d. á markamótum millum bý og land, hav og fjøru?

Vit fara at lurta eftir fjølfakligum og polyfoniskum mátum at hugsa um list og bókmentir, har okkara ymiskar røddir, miðlar og øki kunnu møtast fyri at skilja hvussu menniskju eru partar av heiminum.

 

Kathleen Jamie (Poet Maker Scotland)

Iona Lee (Scotland)

Grug Muse (Wales)

Kim Simonsen (Fo)

Katrin Joensen-Næs (Fo)

Vónbjørt vang (Fo)

Durita Midjord (Fo)

Beinir Bergsson (Fo)

Lív Maria Róadóttir Jæger (Fo)

Rannvá Glerfoss (Fo)

Guðrið Poulsen (Fo)

Marjun Syderbø Kjelnæs (Fo)

Malan Poulsen (Fo)

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »