• G! 2023 troyggjan frá Navia
  • Ein av nýggju 3D bindimaskinunum hjá Navia
7 Jul 2023

Siðbundin troyggja, við spildurnýggjari 3D tökni

Siðbundið mynstur í modernaðum sniði. Siðbundið plagg, bundið á modernaðan hátt. Her er ársins G! Festival troyggja frá Navia

Á hvörjum ári í mong ár, hevur Navia gjört eina serliga G! troyggju, og soleiðis er eisini í ár.

Tað er Elisabeth i Gong, ið starvast sum sniðgevi hjá Navia, ið hevur sniðgivið vökru troyggjuna. Mynstrið er eitt klassiskt föroyskt troyggju-mynstur, men sniðgevin hevur loyvt sær, veruliga at spæla við litirnar.

GI troyggjan verður bundin i fýra ymiskum litsamansetingum og hon verður at fáa á festivalökinum. 

3D BINDING

Hesaferð eru tað tó ikki bert snið og litir, ið eru serlig. Hetta verður nevniliga fyrstu ferð, at G! troyggjan er bundin av eini 3D bindimaskinu Í Föroyum.

Í eini roynd at flyta framleiðslu sína heim til Föroyar keypti Navia 1. januar i fjör sína fyrstu MACH2X frá japansku fyritökuni SHIMA SEIKI. Maskinan varð sett upp i hölunum hjá Navia á Toftum, og hevur síðan tá stöðugt framleitt troyggjur. Hetta hevur gingið so mikið væl, at Navia 1. oktober keypti tvær maskinur av sama slagi afturat.

Maskinurnar eru eitt veruligt frambrot, greiðir Óla Kristian á Torkilsheyggi, stjóri í Navia, frá.

- Vit arbeiða altið við at gerast burðardyggari og innan burðardygd, so flyta hesar maskinurnar veruliga nakað. Tá ið vit vanliga framleiða troyggjur, so verður ofta upp í 25% av bundna klæðinum klipt burtur, men hendan maskinan bindur trovggiuna i röttum sniði, og tí fer einki tógv til spillis, sigur Óla Kristian.

Tá ið troyggjunar koma úr maskinuni eru tær næstan lidnar, bert ein endi skal heftast, og sostatt er einki svinn.

Tað tekur ein tíma at binda eina troyggju, og tí er ikki törvur á at gera störri upplög, enn brúk er fyri, og á hendan hátt slepst eisini undan svinni av ikki seldum vörum.

- Hetta er fyrsta troyggjan við mynstri, ið vit hava bundið á hesi maskinuni, men tad riggar væl, sigur Óla Kristian, nú fyrstu troyggjurnar koma úr maskinuni.

Og tað er ikki at fara skeivur av, tá ið troyggjan bert hevur ein enda, ið skal festast, slept undan at hava seymir, og tier hon lött og fjálg at vera í. Og sjálvandi er hon úr 100% ull.

24 Jul 2026
G! Festival 2026 was something truly special

Thank you to everyone who came and made G! Festival 2026 something truly special. Read more »

18 Jul 2026
G! is sold out

At around 4 p.m. today, this year’s G! Festival officially sold out. Read more »

18 Jul 2026
G! is close to selling out – ticket sales at the entrance have stopped

Only a limited number of tickets remain for G!, so tickets will no longer be sold at the entrance. Read more »

18 Jul 2026
Day 2 – Recap

The second day — Friday at G! Festival 2026— is now behind us but a lot to come! Read more »

18 Jul 2026
Saturday at G!

Here we are – the final day of G! is here! The vibe is high, and the programme is even better! Read more »

17 Jul 2026
Buses and Taxis at G!

Transport to and from the festival site. Here you can find more information about the available options. Read more »