Bailamos_Fo
Bailamos_Fo er ein sjálvrekandi fyritøka, sum Matilda Sivertsen byrjaði í 2021. Vit bjóða dansiundirvísing í trimum ymiskum dansistílum - bachata, salsa og kizomba.
Endamálið við Bailamos_Fo er at spreiða dansigleðina runt Føroyar, og at veita føroyingum og útlendingum eitt frírúm at dansa og økja um sjálvsálitið. Vit leggja dent á bachata á festivalinum.
Bachata er ein lekkur suðuramerikanskur pardansur. Øll kunnu danska bachata - roynd sum óroynd, og eru vit tilreiðar at uppmuntra og undirvísa á G! Festivalinum.
Vit gleða okkum at dansa, og vit vóna, at tit rista ósikkurheitina av tykkum og bara hoppa í bachataheimin, sum garanterar tykkum dansigleði og látur.
Nær: Hóskvøldið kl. 19.00 - 20.30