4 jul 2023

Síðstu növnini á G! skránni

Í dag avdúka vit síðstu növnini á tónleikaskránni hjá G! Festivalinum. La Fleur, Elinborg, Kenton Slash Demon, Spælimenn, Playmo, Björn Hentze Bech, HZD, AWL og Vomit Nation, seta punktum fyri eina av mest fjölbroyttu og spennandi skráum, ið vit nakrantíð hava havt.

Nú vit við Atlantic Airways hava lætta atgongd til fleiri lond, sæst tað aftur í skránni, sum angar eitt sindur meira av eysturlendskum kryddi enn vanligt.

Hövuðsnövnini eru algirski rapparin og sangarin Soolking og R&B- og hip-hop kendi poppsangarin Saint Levant, ið hevur palestinskan, franskan, algeriskan og serbiskan uppruna.

Eisini eru enn hópin av spenandi növnum úr Föroyum og grannalondunum. Í dag kunngera vit seks föroysk, eitt skotsk, eitt danskt og eitt svenskt navn.

Elinborg

Lítla söta Elinborg er nú ein vaksin kvinna, ein kvinna við beini í nösini, vilja av stáli og nógvum upp á hjartað. Uppvaksin við sangi og tónleiki, hevur hon frá hon var heilt ung brúkt alla sína orku upp á tónleikin.

Fyrsta staklagið hjá Elinborg “Brimið” kom út í 2018. Född og uppvaksin í Syðrugötu, klökkar tað ikki, at sangir hjá Elinborg bera heitið so sum “Brimið” og “Sjórok” ið ivaleyst er hugkveikt av landsynningsbriminum, ið kemur buldrandi inn eftir víkini. Men líka so buldraslig Götuvík er ein landsynningsdag, líka mild og droymandi, er hon ein góðveðursdag í stilli og sirmi, so sangir hennara bera eisini heiti sum sirm og dreymur.

Júst liðug við fyrsta ári av kandidatúgvingi hjá Rytmisk Musik Konservatorium, við EP´ini Vera, ið kom út síðsta heyst og tveimum spildurnýggjum staklögum, er Elinborg klár at fara undir at arbeiða fram ímóti síni fyrstu heildarútgávu, umframt at hon hevur fingið hollendska bókingarfelagið Doomstars Booking at taka sær av at skipa fyri konsertum úti í heimi.


Tað verður spennandi at fylgja Elinborg á ferðini inn í tónleikin, og vit gleða okkum at taka ímóti henni á G! í summar.


Teir báðir Silas Moldenhawer og Jonas Kenton manna duo'ina Kenton Slash Demon og góvu sítt fyrsta staklag út í 2016. Börn av 80'unum, vuksu teir upp saman í Keypmannahavn, tónlistarliga rann saman millum teirra í elektroniska bólkinum When Saints Go Machine, ið enn telist millum stóru növnini á danska tónleikapallinum, og sum tit eisini sleppa at uppliva á G!. Í Kenton Slash Demon spæla teir sær við organiskum futuristiskum ljóðum og tónleiki. Hetta er tónleikur, ið brýtur mörk fyri, hvat man vanliga ger.

La Fleur

Svenska fjöllistakvinnan La Fleur fer á pall á G! Festivalinum við sínum eleganta blandi av House og Techno.

Hetta er ein fest, og tú fært stutt sagt ikki sitið í frið, so tak dansiskógvarnar við á G!, tí hetta er ein uppliving, ið tú ikki vilt ganga glipp av.


Hennara tónleikur hevur ein sterkan samleika, ið bergtekur fjöldina. Eitt nú hittini Aphelion og Flowerhead, men eisini framúrskarandi staklagið Förbindelse, sum varð skapt saman við valisika DJ'num Sasha.


Sum fjöllistakvinna hevur hon roynt seg innan nógv ymisk listarlig úttrykk, eitt nú innan klædnamáta og myndlist, og hevur sítt egna plátufelag Power Plant, ið loyvir henni at gera júst tað, ið henni lystir.

Kenton Slash Demon
Teir báðir Silas Moldenhawer og Jonas Kenton manna duo'ina Kenton Slash Demon og góvu sítt fyrsta staklag út í 2016. Börn av 80'unum, vuksu teir upp saman í Keypmannahavn, tónlistarliga rann saman millum teirra í elektroniska bólkinum When Saints Go Machine, ið enn telist millum stóru növnini á danska tónleikapallinum, og sum tit eisini sleppa at uppliva á G!. Í Kenton Slash Demon spæla teir sær við organiskum futuristiskum ljóðum og tónleiki. Hetta er tónleikur, ið brýtur mörk fyri, hvat man vanliga ger. 

Spælimenn

Spælimanstónleikur hevur altíð verið partur av G! Á allar fyrsta G! Festivalinum spældu Spælimenninir, og líka síðan hevur glaði og hugnaligi tónleikurin frá spælimonnum ljóma á G! ár um ár, soleiðis verður eisini í ár, tá Spælimenn spæla á sandinum í sambandi við matarløtuna leygardagin.


Spælimanstónleikur fekk nýtt lív í norðurlondum í sjeytiárunum. Spælimenninir í Hoydølum vóru tá við í rákinum og enn í dag er lív í! Nú eru nógv fleiri sum spæla, Á sumri hava Spælimenninir gjørt eitt opið spælirúm, har tónleikarar vera bodnir at spæla saman. Á G! eru meir enn 20 spælifólk, sum spæla violin, cello, mandolin, gittar, floytu, klarinett, akkordion, bratsj, bass og klaver
Tað er loyvt at dansa berføttur ella berføtt.

 

Playmo

Dávur Poulsen ella Playmo hevur útgivið á viðurkendum plátufelögum sum: Paralelo, Planet Rhythm, T Sessions, MindTrip, CMND CTRL, Statics, [R]3volution Records og Modern Minimal.

Tónleikurin er spældur av Richie Hawtin, Rödhåd, Justine Perry, Kangding Ray, Kaiser og öðrum DJ's. so hóast Playmo er föroyskur hevur tónleikurin altjóða dám og útbreiðslu.

Tónleikastílurin hjá Playmo er tungur og pumpandi við íblástri frá Detroit og Berlin.


Björn Hentze Bech (FO)

Björn Hentze Bech er ivaleyst ein gomul sál í einum ungum kroppi, ella í öllum förum ein ungur maður við gomlum smakki. Sum vertur í útvarpssendingini Afturljóð gjördist ungi porkeriningurin ein DJ stjörna í Föroyum. Ungi aldurin og stóra innlitið og passjónin fyri gomlum föroyskum og útlendskum tónleiki fyrst og fremst úr 50'unum og 60'unum, bergtók lurtarar frá fyrsta degi. Hann er nú komin til aldurs, men er enn at hoyra við sínum frálíku sendingum. Tí skulu tit ikki rokna við nýggjastu hittunum, tá hann fer at DJ'a í Fjósinum.

Noise

Hvat er Noise? Larmur? Ja, hetta er larmur, men larmur, sum tú ongantíð hevur upplivað larm áður.

“Noise” tónleikur setur sjóneykuna á tey ljóð, ella tær röddir, ið man vanliga roynur at sleppa undan. Av tí at hesi ljóð ella röddir sjálvdan sleppa framat, so verður tað ofta ögiliga hart, tá tey enduliga sleppa framat.

Vomit Nation og HZD úr Föroyum og skotsku AWL, yvirtaka fjósið við sínum tulkingum av larmi.

Tað má upplivast, tú mást fara í Fjósið!

14 mai 2024
Ragnar Finsson á G!

Sement x G! Festival = Ragnar Finsson Les meira »

14 mai 2024
Personal Trainer á G!

Kom og íðka á G! við tínum Personal Trainer! Les meira »

7 mai 2024
Jamie Grey úr Onglandi framförir á G!

Á G! dámar okkum sera væl at fanga stjörnur í föðingini. Jamie Grey úr Onglandi er ein slík! Les meira »

7 mai 2024
Teitur framförir á G!

Komið og upplivið Teit framföra Poetry & Aeroplanes á G! 2024 Les meira »

30 apr 2024
Hetta fer út til allar Föroyar: Swangah spælir á G!

Teir hava áður fingið G! í kók, men í ár verður tað uppá spruttkók Les meira »

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »