Stórt barnatiltak leygardagin á G!
Aftur í ár fara vit at bjóða börnunum látur, spæl, undran, sang, tekning, kapping, dans, ríðing og nógv nógv annað :-)
Børn til og við 12 ár sleppa ókeypis á G! saman við vaksnum við atgongumerki.
Börnini fara at síggja ein stuttligan Rógva, ið fer at ganda og roksa, og hann verður ikki einsamallur, tí at Angela og Hannibal fara eisini at royna seg, men tað er ikki so lætt, og nógv endar galið — og sjálvandi fer Hannibal eisini at snýta og roksa.
Öll tey sum hava hug at syngja saman, fara at syngja saman við átta sera dugnaligum fólkum, ið fara at syngja og framföra ”Nósi”, ein 40 ára gomul barnapláta, ið verður framförd sum ein sögugongd.
Kristian Blak (og onnur góð fólk) fara saman við SWAY at siga söguna um Nósa og framföra kendar sangir, millum aðrar: Buss Óli, busta tenn, vestanfyri Mykines v.m.
Börnini fara at heilsa uppá sjórænarar, ið duga sera væl at spæla og kappast á sandinum.
Vælumtóktu ríðingina, sápublöðruverkstað, andlitsmáling, hyljar og spöl á sandinum, hava vit ikki gloymt, hesi eru eisini við í ár.
Til tykkum, ið elska at tekna, tit kunnu fáa eina hjálpandi hond og/ella bara njóta kreaktivu lötuna saman við Eir í Ólavsstovu á sandinum.
Á sandinum fer Yanno at undirvísa okkum í dansi, komið ÖLL við, stór og smá! Og so verður eisini okkurt spennandi íkast frá Flóvini Tyril og Tummas Jákupi Thomsen.
VIT GLEÐA okkum nógv til at hugna um tykkum, og gera alt fyri at familjurnar fáa ein dag við nógvum góðum lötum saman, á barnaG!