Sæla
Tá Rebekka og Jákup eru saman, fara tey út um mørk. Vinkonan ákærir Jákup fyri
neyðtøku, men Rebekka vil ikki lurta. Hon hugsar bara um at linna egnu pínu. Spakuliga
fatar hon, hvat veruliga er hent.
Høgni Djurhuus rósti filminum og segði, at “har er einki banalt, einki sentimentalt, einki
uttanumtos, einki tvætl, ikki eitt orð ov nógv. Øgiliga kompakt, og kolasvart. Frálíkt.”
Bjørk Búadóttir Tórgarð eigur høvuðsleiklutin; um hana sigur Djurhuus: “Sum Rebekka
er Bjørk Búadóttir Tórgarð framúr. Hon er Rebekka út í æsir, pínan, neyðin, ivin,
sannførandi."
Leikstjóri er Katrin Joensen-Næs. Leikarar eru Bjørk Búadóttir Tórgarð, Edvin H. Niclasen, Ebba Malena Debess Thomsen
Nær: Hóskvøldið kl. 17.00 - 18.30
Sjangra: Drama
Longd: 25 minuttir
Aldursmark: 15 ár