SUPERVISJÓN
Supervisjón er eksperimental-elektronisk verkætlan hjá tónleikara, Lasse Jæger. Supervisjón koyrir í høgum tempo við kompositiónum sum blanda noise, techno, footwork, juke og villa dansiorku. Í einum ófriði av beats, breaks og melodiskum fragmentum granskar samplaða røddin hjá yrkjara, Lív Maria Róadóttir Jæger, plágaða gerandislívið og tingini í øllum tí totalt vanliga; adressuflyting, bobbluplast, pappeskjur, vinkulslíparar, sledgehamarar, rudding, skeldarí, bankalán, arbeiði, og kærleiki – til menniskjur og til teldur.
Supervisjón ynskir at geva áhoyrarum eina uppliving av persónligum frælsi og ekstatiskum dansi.
Hóskvøldið kl. 22.45 - 23.30