Silvitni
Silvitni er eitt kvinnukór, sum varð stovnað í september í 2020.
Silvitni syngur fjølbroyttan og avbjóðandi kórtónleik undir kønari leiðslu av Cinthiu González Parada. Tær tíggju songkvinnurnar hava drúgvar royndir sum kórsangarar, bæði í Føroyum og úti í heimi. Kvinnurnar, sum eru úr Føroyum, Týsklandi og Chile, syngja klassiskan og nútímans kórtónleik, ið er skrivaður bæði av føroyskum og útlendskum tónaskøldum.
Leygardag 18.30 - 19.10