8 Jun 2023

Nagirčalmmiid umboðar Tróndheim Calling á G!


Norska duoin Nagirčalmmiid spælir á G! í ár umboðandi Tróndheim Calling. Samstarvið millum G! Festivalin, Faroese Music Export og norska festivalin hevði við sær, at tríggir föroyskir bólkar Dania O. Tausen, Jazzygold og Joe & The Shitboys spældu á norska festivalinum.

Umboð fyri G! vóru eisini umboðaði á Trónheim Calling og valdu Nagirčalmmiid at koma hendan vegin.

Navnið Nagirčalmmiid merkir "við móðum eygum". Ivaleyst ein lýsing av upprunanum til bólkin, ið spratt úr keðseminum í sóttarhaldstíðini undir korona á vári í 2020.

"Tá lívið er tungt, skalt tú bara skriva enn tyngri tónleik", settu teir báðir tónleikararnir sær fyri og byrjaðu at skriva doom metal, men á sín heilt egna hátt.

Hetta er tungt, men eisini onkuntíð slýggjutt, hart og melankolskt, hetta er eisini onkuntíð punk kent og larmutt, ikki minst blanda teir siðbundið joik inn í sín heilt egna tónleik.

Hóast teir bert eru tveir, larma teir minst líka illa sum ein bólkur við fimm ella fleiri tónleikarum,

Teir hava seinastu tvey árini havt úr at gera á konsertferðum kring Noreg, og hava m.a. spælt á Tróndheim Calling, Bylarm, Inferno, öyafestivalinum og Miðgardsblot.

Sjálvnevnda debut EP'in kom út í 2020, og fyrsta heildarútgávan kemur út í ár. Í februar kom fyrsta staklagið av henni "Down To The Bone"

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »