5 Jun 2023

Kirkjukonsertir við Gabriel Gold, Klingra og Yann Tiersen

Í ár skipar G! fyri kirkjukonsertum í Gøtu kirkju. Tað verða Gabriel Gold, Klinga og Yann Tiersen, ið koma at spæla til kirkjukonsertirnar.

 

Líka síðan byrjanina hevur G! havt festival kirkju og á tann hátt bjóðað tí andaliga inn í festivalrúmið, í ár fer festivalurin sjálvur inn í andaliga rúmið.

Kirkjukonsertir eru nakað heilt serligt. Kirkjurúmið er ein serligur karmur, ið er skaptur til djúphugsan, andaligheit, men eisini til sang og tónleik. Har sleppur tónleikurin at standa sera nakin í serliga kirkjuljóðinum. Tí gleða vit okkum til at bjóða nýggja møguleikan fram, sum ein part av festialinum.

Vit hava eisini gjört okkum ómak at finna júst röttu bólkarnar til hesar konsertir.

Gabriel Gold
Gabriel Gold er tónaskald og margmiðla listafólk úr San Francisco í California, búsitandi Reykjavík. Hann er kendur fyri sínar vokalar, ið eru ógvusligir og fjálgir samstundis, fyri sítt minimalistiska klaverspæl og ikki minst fyri sín bergtakandi grýtusláttur. Hann verður lýstur av Illuminate SF sum "ein gátuför rödd og tónleikur sum sendur teg á eina ferð gjögnum bæði tær djypstu gleðirnar og sorgirnar inni í sál tíni."
Afturat hesum hevur hann givið 2 EP'ir út, "Halo" (2015) og "Live at the Grace Cathedral" (2018), og arbeiðir í lötuni við einari útgávu sum er framleidd av Birgir Jón Birgisson, ið er sett at koma út í ár. Har afturat arbeiðir hann uppá enn eitt listaverk sum er eitt fleirsansaupplivilsi, hesu ferð við íblástri frá arktiska landslagnum og jöklunum.

Klingra
Klingra hevur eisini arbeitt við arktiskum evni á nýggju útgávu síni eftir, ið tekur stöði í Föroyingahavnini í Grönlandi, og frásögn frá abba tangentleikaran Dánjal á Neystabø.

Klingra er nýstovnaður tónleikabólkur, við royndum tónleikarum, ið hava spælt í bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn, Eivør og Teitur o.ö.

Frumútgávan “…eftir” er júst útkomin, og bólkurin hevur júst verið á sera væleyðnaðari útgávukonsertferð í Norðanlondum. Har ummælini hava verið sera góð.

Tað víðgonda og frígerandi í kvirruni hevur víst seg sera fruktagott fyri Klingru. Sprottin úr bólkinum Afenginn í 2020, blómar Klingra úr botni har alt óviðkomandi er lúkað burtur. Soleiðis skapar Klingra eitt egið rúm har limirnir við nærlagni rannsaka hvönn krók.

Úr hesum rúmi, gjögnum sprungurnar í veggjunum, seyðrar ein ljóðmynd, sum er ein samanrenning av atmosferiskum poppi, klassiskum og elektroniskum tónleiki.

Tónleikurin og tekstirnir á föroyskum eru nágreiniliga lagdir til rættis, í eini roynd at skapa eitt listarligt rúm, sum bæði er komplekst og kensluborið.

Klingra vil bjóða lurtaranum inn í eina estetiska verð, sum skapar rúm til tankar og kenslur, har tíð og stað drukna í eini hugmynd.


Yann Tiersen
Yann Tiersen kenna ivaleyst föroyingar flest úr samstarvinum við Orku og við Ólav Jákupsson, Umframt úr filmstónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.
Vælumtókti filmurin brúkti lög av trimum teimum fyrstu útgávunum hjá Tiersen sum ljóðspor. Men hann er nógv annað og meira enn bara Amélie.

Sum einstaklingur hevur hann spælt hópin av útgávum inn, gjört áhugaverd samstörv við aðrar tónleikarar og lagsmiðir, og hevur skrivað tónleik til filmar.

Hansara tónleikur fevnir um nógv ymisk klassisk og nútímans ljóðföri, har serliga elektriski gittarin, klaverið, synthesisarar og fiólin hava ein stóran leiklut. Men rúm er sanniliga eisini fyri öðrum, so sum melodika, xylophone, leikuklaveri, harpsichord, harmoniku og enntá eini skrivimaskinu.

Hann sær seg sjálvan fyrst og fremst sum tónleikara, ið fokuserar uppá konsertferðir og at geva tónleik út, í ár sleppa vit endiliga at uppliva hann á G!

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »

19 Mar 2024
Nelly Moar performs at G!

Lit R&B at G! Read more »

12 Mar 2024
G! Festival announcing Agat - Rocking punk rap

Come and get carried away as Agat takes over! Read more »

10 Mar 2024
Aggrasoppar joins the line-up!

Everywhere they go, they spark great interest. Read more »

9 Mar 2024
Konsørn performs at G!

A magical vibe will ring when Konsørn performs at G! Read more »

8 Mar 2024
Jógvan joins G! line-up

This will be a moment where we give the mic to the troubles of the soul. We will listen as Jógvan tells his story. Read more »