30 mai 2023

Svakasti punk bólkur í Bretlandi

Vit eru super glað fyri at avdúka, at svakasti punk bólkur í Bretlandi, Lambrini Girls kemur á G! í ár.

Lambrini Girls hava uppruna í vátlendinum undir Skegness Butlins, eitt tónleikaumhvörvi merkt av einum eitrandi lyndi, ábyrgdarloysi og mangul uppá sós.

Drivnar av ynskinum at breiða teysalívsstílin um alt land sítt, gjördust tær tann mest samkyndi bólkurin at vinna 50 Eurovision-kappingar á rað.

Orsakað av góðu gongdini halda tær nú til á eini gongustjörnu nærhendis jörðini har tær saman uppala síni 150 pinkubörn, hvörs pápi er pedalbrettið hjá Lilly. Tó venja tær enn í Brighton, so um tú endar har á leiðum, halt so eyga við um tær eru á nökrum av sínum mest vitjaðu stöðum, sum t.d. í ruskbingjuni í grannalagnum ella á politistöðini.

Ella kanst tú bara koma á G!Festivalin og uppliva tær á Spæliplássinum. 

Tónleikurin hjá teimum tekur íblástur frá millum annað Savages, Le Tigre, Spice Girls og óuppkláraðum trauma. Tær vilja ikki bert seta eld á ruskspannina hjá tær, tær vilja eisini hava konsertir har öll eru vælkomin; eisini tey, ið ikki kenna seg heima aðrastaðni. Eingin hevur uppiborið at kenna seg illa til passar og eingin hevur uppiborið at kenna seg ósjónligan. Lat ongan steðga tær í tínum verimáta og týdningarmest av öllum: Gays to the front x

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »