16 mai 2023

Við seglbáti á pall á G!

Yann Tiersen og Quinquis búgva bæði á oynni Ushant í Ermarsundi. Í summar leggja listafólkini úr landi við seglbáti sínum á eina konsertferð, har tey spæla í býum og bygdum í Írlandi, Wales, Skotlandi og Onglandi, ávegis á G! Festivalin.

Yann Tiersen kenna ivaleyst føroyingar flest úr samstarvinum við Orka og við Ólav Jákupsson, Umframt úr filmtónleikinum til filmin Amélie, ið er spældur næstan eina milliard ferðir á Spotify.

Handan listanavnið Quinquis er kona Yann, Émilie Tiersen, ein listakvinna, ið blandar sína egnu mentan og søgu, við modernaðan elektroniskan tónleik, ið skapar teirra heilt egnu ljóðmynd. Eins og Yann samstarvar Quinquis eisini við Ólav Jákupsson.

Hendan konsertferðin, ið varð kunngjørd í dag og er sambært Tiersen hjúnunum ein konsertferð sum eingin onnur.

Konsertir eru bókaðar í spælistøðum í Cork, Dublin, Belfast, Edinburgh, Bangor, Liverpool og í Gøtu. Í samstarvi við lokalar kreftir eru somuleiðis konsertir lagdar til rættis í kirkjum, pubbum, íbúðum, strondum og urtagørðum, um vindurin loyvir hesum. Ætlanin við hesum er at skapa eina nýggja uppliving fyri bæði áskoðarar og tónleikarar.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »