12 mai 2023

Saint Levant á G!

2 mió fólk í heiminum lurta eftir Saint Levant um mánaðin, hóast tað ikki eru meira enn tveir mánaðir síðan, at debut EP'in kom út. Tað er við øðrum orðum eitt glóðheitt poppnavn, ið vit vit í dag avdúka á G!. 

Saint Levant, føddur Marwan Abdelhamid er tónleikari av blandaðum palestinskum, fronskum, algeriskum og serbiskum uppruna. 

Hann varð føddur í Jerusalem og vaks upp í Gaza. Saint Levant blandar enskt, franskt og arabiskt og skapar við hesum eina serliga útgávu av popptónleiki. 

Orðaspælið á trimum málum virkar ómakaleyst og dragandi, og hevur staðfest hann sum eitt nýbrot á altjóða tónleikapallinum, ið fær hjørtuni á lurtarum við, tá hann spælir. 

Saint Levant fær íblástur frá farnum stórvitum úr arabiska heiminum og frá samtíðar tónleikarum, og hetta skapar eitt frameftir-teinkjandi R&B- og hip-hop kent ljóð, ið fer út um mørkini á nakrari siðbundnari sjangru. Hann setti nýliga 2048-felagsskapin á stovn, hvørs arbeiði snýr seg um at fíggja livikostnaðin hjá ungum palestinskum listafólki. 

Umframt hetta gevur hann sín tónleik út gjøgnum sítt egna felag, ið eisini ber 2048-navnið. Sangurin ‘Very Few Friends’ er blivin eitt stórt hitt, og hann er ein av 7 sangum á ‘From Gaza With Love’ ið Saint Levant gav út sum sína debut-EP hin 6. mars 2023.

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »