11 mai 2023

Vágasound á G!

Vágaverk koma á G! Hóast tað er 18 ár síðani, at G! fyrstu ferð hövdu vitjan av Vágaverki, einum bólki, ið tá bleiv lýstur sum eitt samstarv millum tvær legendur innan Vágasound, so eru teir enn aktuellir og still going strong

Vágaverk er samstarv millum tvær tær mest markantu synirnar, ið Vágoyggin nakrantíð hevur fostrað Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen.

Nýggjasta útgávan Ivavegur var í uppskoti til fleiri FMA heiðurslönir í ár og annar oddamaðurin Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin, fyri sítt arbeiði í m.a. Vágaverki, Tinganest, Guttesen og Stongum og sum einstaklingur.

Jóan Jakku gjördist kendur sum hövuðsmaður í slóðbrótandi föroyska kultbólkinum Tinganest, áðrenn hann sum einstaklingur gav flöguna Jakkin út.

Sámal Ravnsfjall er upprunaligi föroyski trubadururin eitt slag av föroyskum Bob Dylan. Hann hevur sungið, spælt gittar og munnharpu í ein mansaldur, livað sum götutónleikari í Suður Evropa og spælt sum einstaklingur og í bólkum.

Saman raktu Jóan Jakku og Sámal longu á fyrstu flöguni Vágaverk föroysku fólkasálina mitt á snútan, hetta er ikki bert serföroyskur tónleikur, hetta er Vágasoundið í sínum fullkomna líki. Síðan tá eru tvær útgávur komnar afturat, og á nýggju EP'ini er bólkurin enn trúgvur móti upprunanum.

Vágaverk er kanska margháttligasti superbólkur í Föroyum, og tað er ikki uttan orsök, at vit gleða okkum at hoyra teir á G!.

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »