14 Jul 2016

-Svakt at standa her!

Sambært søluni eru ongantíð áður so mong atgongumerki seld hóskvøld á G!, og framførslurnar boða frá fleiri góðum døgum.

Fyrsta føroyska høvuðsnavnið, Konni Kass, syrgdi fyri einum fullsettum vølli frammanfyri pallinum á Spæliplássinum, innan donsku Phlake, sum nú runga á Sandinum og eru fyrsta høvuðsnavnið har, halda lív í góða festivalhýrinum fyri fullsettum sandi.

Tú kanst gleða teg til fyrstu útgávuna frá Konni Kass í novembur mánaði í ár - sum tey lýsa sum 'okkurt slag av poppi.' Framførslan á Spæliplássinum var fullfíggjað, tónleikaliga sum stílistiskt, og er ongin ivi um, at vit í Konni eiga eina av bestu ungu kvinnuligu songrøddunum í Føroyum seinastu árini.

Donsku Phlake hava somuleiðis lokkað eina stóra fjøld oman í bygdina við sínum fangandi r&b og hiphop tónum, ið nokk skjótt fara at gera um seg úti í víðu verð. Teimum dámar tó eisini lítlu Gøtuvík, sum forsangarin staðfesti við sínum fyrsta setningi til fjøldina eftir, at bólkurin varð klappaður inn á pallin við eykenda íslendska huh-klappinum:

-Tað er svakt at standa her," rópti hann eftir fyrsta sangin og peikaði óskiljandi út á Gøtuvík.

Tað halda vit eisini.

30 Apr 2024
Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop joins the line-up!

Swangah - The Founders of Faroese Hip Hop Read more »

23 Apr 2024
GRÓA joins the line-up!

The Reykjavík-bred band merge elements of post-punk, noise-rock and art-pop with absolute abandon, arriving at an explosive, yet magnificently arranged sound unlike any other. Read more »

16 Apr 2024
JJ Paulo performs at G!

Come join the party at G! with JJ Paulo! Read more »

9 Apr 2024
Plúmm joins the line-up!

If you say Plúmm on the Faroe Islands, everyone will know that you are talking about some of the Faroes’ greatest instrumentalists ever. Read more »

2 Apr 2024
Das Body joins the line-up!

Punk disco from Oslo. Read more »

26 Mar 2024
Greenlandic death metal at G!

We are getting ready to raise our devil horns! Read more »