9 mai 2023

Avstralskar stjörnur vildu spæla á G!

Sons of the East er kanska besti bólkur, ið tú ongantíð hevur hoyrt um, tí tað hava tey fægstu í Föroyum. 

Ikki tí teir eru ókendir, við yvr 300 mió stroymingum, 50 mió spælingum á Youtube og útseldum konsertum í London, New York, Barcelona, Chicago, Washington D.C, Denver, Boston, L.A og luttöku á nökrum av störstu festivalunum í Evropa, so eru vit á G! errin av, at avstralski superbólkurin vildi sleppa at spæla á G!


2 milliónir lurta hvönn mána eftir bólkinum á Spotify, og fjepparaskarðin veksur alsamt um allan heimin. 

 
Fyrsta útgávan Palomar Parade er longu tráspæld á stroymingtænastunum. Bólkurin brúkar 2023 til eina heimsumfevnandi konsertferð, og tað var í hesum sambandi, at teir settu seg í samband við okkum, fyri at sleppa á pall á G!. 

 
Alphaville sungu á sinni, um at vera "Big in Japan" Sons of the East eru bæði stórir í Avstralia, Onglandi og USA. Vit á G! eru nú klár til at gera teir stórar í Föroyum. 


Hetta er enn eitt stórt útlendskt navn, ið kemur á G! Frammanundan er greitt, at donsku Jada, When Saints Go Machine, Lucky Lo og Brimheim, algirski Soolking, norsku Beharie, Honningbarna og Sturle Dagsland, íslendsku Bríet, Axel Flóvent og Árstíðir, finsku Annti Paalanen og Irene spæla á ársins festivali. Eisini eru hópin föroysk növn kunngjörd, Eivör, Marius Ziska, Byrta, 200, Annika Hoydal, RSP, Högni, Jazzygold, Marius DC og Benjamin Rajani. 

Prísurin á atgongumerkjum fer upp 15. mai á miðnátt, so skunda tær, um tú ætlar at spara 300 kr. 

 

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »