8 mai 2023

Algirsk superstjörna á G!

Algirski rapparin og sangarin Soolking, við meira enn 2,6 milliardum spælingum á Youtube, kemur á G! Soolking, sum nú býr í Fraklandi, umboðar eina serliga blanding av modernaðum popputum hipphoppi, blandað við eyðkenda sangstílin og sorgblíðu melodistrofurnar úr norðurafrikanska rai-tónleikinum, við einum góðum dismi av autotunara á.

Sangmálið er franskt og arabiskt.

Soolking er vorðin eitt risastórt navn, fyrst í franskttalandi partinum av heiminum, og nú eisini meira og meira á öðrum marknaðum.

Föroyingar fáa nú hövið at hoyra, hvat alt vásið snýr seg um, tá ið Soolking spælir á G! í summar.

Billboard skrivar um Soolking, at hann hevði sín egna rapp-bólk, sum fekk lutfalsliga góða viðgongd í heimlandinum Algir.

24 ára gamal flutti hann til París, har hann búði og arbeiddi sum ólógligur tilflytari - og gjördi tónleik í frítíðini. “Eg rindaði sjálvur fyri studio-upptökurnar, produseraði alt mítt tilfar sjálvur, og rindaði fyri lýsingar á internetinum,” greiðir hann Billboard frá.

Í 2017 spældi hann á smærri klubbum og konsertstöðum, og gav lög út á netinum. Vend kom í tá ið ein av kendastu rapparunum í Fraklandi, Sofiane, bjóðaði honum sáttmála við plátufelag sítt og tók hann við at framföra í eini væl umtóktari útvarpssending í Fraklandi.

Soolking framfördi lagið Guérilla, sum snýr seg um söguna um hann sjálvan.

Framförslan fór sum eldur um alnetið og hevur meira enn 343 milliónir vísingar á youtube.

“Viðgongdin, eg fekk við Guérilla, var nakað, sum eg hevði arbeitt fyri og roynt at bygt upp í fleiri ár,” segði Soolking við Billboard.

The Guardian skrivar um Soolking, at tónleikur hansara er vorðin nakað, sum fólkið í Algir er sera errið av, og sum er við til at sameina ein tjóð, har nógv stríð og politiskt rumbul hevur verið seinastu árini.

Ein blaðmaður fyri störstu avísina í Algir, El Watan, skrivaði um Soolking, at “fyri ungar algirar er hansara ímynd á sama stöði sum tann hjá Riyad Mahrez”, liðformanni á fótbóltslandsliðnum og stjörna í Premier League.

Sangurin, Liberté, hjá Soolking, gjördist eitt slag av eyðkennislagi fyri mótmælini í götunum í Algir í 2020

Tónleikurin er fangandi og dansivinarligur, modernaður, men við rót aftur til algirska upprunan.

Í 2022 rakk sangurin Suavemente nummar eitt á franska singlehittlistanum, og sangurin Balader var á öðrum plássi.

Soolking hevur millum annað vunnið virðislön fyri “Best New Francophone Artist” og MTV Europe Music Award fyri “Best French Act”, ávikavist í 2019 og 2020.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »