26 apr 2023

Fyrsta konsertin við Jazzygold í Föroyum

Á G! sleppa föroyingar endiliga at uppliva Jazzygold á palli, nýggju tónlistarligu verkætlanina hjá Jasmin Mote. 


Síðan Jasmin Mote um árskiftið legði bólkin Jasmin í dvala og avdúkaði sítt nýggja artista navn Jazzygold, hava vit fingið frálíka staklagið Boring Like Me, og frálík ummæli á festivalum uttanlands, men onga konsert á heimavölli. Tí eru nógvir fjepparar av ársins songkvinnu 2020, ið sama ár stóð á odda fyri ársins útgávu, ið kunnu gleða seg.


Men hetta er bert ein byrjan, tí Jazzy hevur arbeitt við nýggjum tilfari í tvey ár, og er nú klár at bergtaka heimin. 

 


Ov nógvar veitslur, ov nógvir timburmenn, ov nógv hjartasorg, hárliting í panikki, at troyttast av tínum vinum og vónin um nýggja byrjan. Kava niður í kompleksa hugaheimin hjá eini kvinnu í tjúgunum, ið livir tað góða lívið.  


Jazzygold er erlig, verulig og tað hoyrist bæði í tónleiki og rödd, og sæst í tekstum og visuals. 

 


Hetta er ein sjussur blandaður úr RnB kendum soulpoppi, framúrskarandi visuals og nógvum bling bling, eriligheit og fangandi lögum.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »