Vit spældu föroyskt!
Sjey föroysk növn komu afturat skránni farnu vikuna, Marius Ziska, Byrta, Marius DC, Högni, Annika Hoydal, 200 og RSP, fara at tryggja, at veitslan á G! 2023 verður júst so frálík, sum vit ætlaðu hana. Hetta er nýtt, fekst, gamalt, roynt og mest av öllum hög góðska.
Skráin telur longu nú 13 framúr növn. Umframt omanfyri nevndu eru okkara egnu Eivör og Brimheim, danska Jada, svenska Lucky Lo, íslendska Bríet, og finska Irene. Men enn eru hópin av spennandi növnum, ið vit gleða okkum at avdúka komandi mánaðirnar.
Samstundis hava vit dagfört playlistan á Spotify, soleiðis at tit longu kunnu byrja at gleða tykkum og hita upp.
Minst til at prísurin á atgongumerkjum fer upp mikudagin á miðnátt, so skundi tykkum at keypa atgongumerki.