10 mar 2023

Annika Hoydal á G!

Við eini nýggjari plátu á veg og enn við líka nógvum uppá hjarta, er Annika fimta föroyska navnið, vit kunngera á G! hesa Spæl föroyskt-vikuna.

Annika er tónleikari og sjónleikari, og ein bergtakandi sangari, ið hevur verið virkin í meira enn hálva öld.

Hon hevur framfört sum solistur og sum sangari í bólkinum Harkaliðið. Síðan seksti árini hevur hon verið partur av umleið 15 tónleikaútgávum, og nógvir sangir, sum hon syngur, eru vorðnir fólkaogn. Sangir sum "Aldan", "Í Dans", "15 ár" eru millum kendu sangirnar og verða framvegis sungnir av ungum sum eldri.


Men tað eru ikki einans gomlu lögini, ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA í sambandi við útgávuna "Endurljós". Tað er tí so sera spennandi, at Annika nú 77 ára gomul leggur síðstu hond á enn eina útgávu.

"Leysir Endar" er ein røð av sangum, ið Annika hevur savnað saman gjögnum eitt langt lív. Her eru egin lög, siðbundin föroysk lög og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til föroyskt.

Saman við sínum frálíka bólki, hevur Annika verið í upptökuhöli í Hoydölum, og spælt alt inn, alt akkustiskt og alt í umhvörvinum har Annika vaks upp.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »