9 mar 2023

Högni á G!

Fjórða föroyska navnið, ið vit kunngera í sambandi við Spæl föroyskt-vikuna, er gamli G! vinurin, Högni.

Leirvíkingurin hevur í túsundatali av lurtarum úr öllum heimi á stroymingartænastum, hevur havt sín tónleik í m.a NBA telduspölum, Netflix röðum, Subaru bilreklamum og Carhartt klæðnareklamum.

Högni skrivar sangir um uppreistur, kærleika, órættvísi og myrkur. Tónlistarliga útferðin fer áhaldandi longri og djúpari við árunum sum ganga, og hettar merkist aftur í tekstum og tónleikaligu framgongdini.

Högni vann ein FMA sum ársins framleiðari í felag við James Thomas, fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020. Av hesi útgávuni hava serliga lögini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum.

Högni hevur spælt nógvar minniligar konsertir á G!, hann spældi enntá við á allar fyrsta G! Festivalinum, tá hann sat aftanfyri trummurnar í Clickhaze.

Við Högna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og Knút Háberg Eysturstein á tangentum, ein manning, ið klæðir tónleikinum hjá Högna so sera væl.

Skráin fyri G! telur sostatt nú donsku Jada, íslendsku Bríet, föroysku Högna, Eivör, Marius Ziska, Marius DC og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene.

Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á miðnátt.

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »

10 mar 2024
7 föroysk növn kunngjörd

Aftur í ár var G! við til at hátíðarhalda spæl föroyskt vikuna. Les meira »

10 mar 2024
Aggrasoppar spæla á G!

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á föroyskum, og hava undarligar tekstir. Les meira »

9 mar 2024
Konsörn framförir á G!

Sterka huglagið verður í hásæti, tá ið Konsörn framförir á G! Les meira »