8 mar 2023

Marius DC á G!

Enn ein Marius er klárur til G! Festivalin, nú vit fegnast um at leggja hip/hop bólkin Marius DC afturat okkara skrá.


Hetta er tríðja navnið vit kunngera í sambandi við at Föroyar spælir föroyskt hesa vikuna, og eftir tvey roynd növn í Marius Ziska og Byrta, er nú talan um eitt av mest spennandi ungu növnunum á föroyska tónleikapallinum.


Eftir sigurin í Sement í fjör, hevur ungi rapparin og hansara sera vælspælandi bólkur veruliga fingið flog. Á Iceland Airwaves skapti bólkurin yvirskriftir við síni sannförandi og energisku framförslu. 

Nú 19 ára gamli rapparin spældi longu í 2019 á óalmenna pallinum á teltplássinum á G!, og var bókaður at spæla á avlýstu G! Festivalunum í 2020 og 2021, tí er tað við spenningi, at vit í ár endiliga sleppa at uppliva Marius við bólki í Syðrugötu. 

Seinastu mánaðirnar hevur Marius DC givið ikki færri enn fimm staklög út, og fýra onnur staklög eru á veg fram til í summar, tað fyrsta av hesum "Babyrockari" verður givið út næsta fríggjadag, lagið er ein kritikkur av harðskapsmentanini, ið nökur ung veruliga hava tikið til sín.  

Skráin fyri G! telur sostatt nú donsku Jada, íslendsku Bríet, föroysku Eivör, Marius Ziska, Marius DC og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene. Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn. 

Fylg við her á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á miðnátt.

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »