7 mar 2023

Byrta á G!

Byrta kollvelti föroyska poppheimin fyri 10 árum síðan, tá ið sjálvnevnda fyrsta útgávan gjördi tey til best umtókta bólkin her á klettunum. Við lögum sum Norðlýsið, Loyndarmál og Eydnan gjördist útgávan soundtrackið tað árið.

Í ár hátíðarhalda tey 10 ára dagin við eini framförslu á G!, ið uttan iva verður ein ógloymandi elektropopp-veitsla.

Tey bæði, ið mynda Byrtu, songkvinnan og sangskrivarin Guðrið Hansdóttir og tónleikaframleiðarin og tónleikarin Janus Rasmussen, eru sera virkin í öðrum bólkum og sum einstaklingar, men tað eru fimm ár síðan seinasta staklagið hjá Byrtu.

Frumútgávan hjá bólkinum vann tríggjar heiðurslönir á FMA tað árið, besta útgáva, besti bólkur og besti nýggi bólkur, og staklögini, ið eru komin síðan "Í Tínum Eygum", "Hennara Dansigólv" og "Minnist Tú" hava somuleiðis fingið góða móttöku.

Tí eru vit fegin um, at tey aftur hava verið í upptökuhölinum og arbeitt við nýggjum tilfari. Tey koma tí sterkt aftur í summar við nýggjum feskum elektropopp-tónum. Enn sum áður er tað alskurin fyri góðum popptónleiki, ið drívur verkið.

Hvönn dag hesa vikuna kunngera vit eitt föroyskt tónleikanavn, ið fer at spæla á G! í summar. Fyrsta navnið var Marius Ziska og í dag er tað Byrta.

Tey koma afturat eini skrá, ið longu telur donsku Jada, íslendsku Bríet, föroysku Eivör og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene.

Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki, tí prísurin fer upp 15. mars á midnátt

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »