6 mar 2023

Marius Ziska á G! 

Í sambandi við Spæl Föroyskt vikuna avdúka vit sjey av föroysku tónleikanövnunum, ið spæla á G! Í ár. Tað fyrsta av hesum er Marius Ziska.

Eingin konsert her á klettunum mann hava fingið so góð skoðsmál, sum tær tríggjar konsertirnar, ið Marius Ziska spældi saman við Föroya Symfoniorkestri í februar. Tað er ikki uttan orsök, tí sangskrivarin Hans Marius Ziska hevur altíð havt einastandandi evni.  

Hetta hoyrdu vit fyrstu ferð hann spældi á G! við Flux, og tað hava vit hoyrt stöðugt líka síðan, og tað hoyrist sanniliga eisini á nýggju útgávuni Rúm, ið kemur út fríggjadagin.

Marius Ziska er tó nógv meira enn ein soloverkætlan, talan er um ein sera væl samanspældan bólk, har hvör limur lyftir hvönn annan og saman skapa eina fantastiska ljóðmynd, ið bæði er stórsligin og nærverandi.  

Vit eru glað og errin av, at Marius Ziska aftur í ár fer at skapa hesa heilt serligu nærveruna millum seg og tykkum festivalgestir.  

Marius Ziska kemur afturat eini skrá, ið longu telur donsku Jada, Íslendsku Bríet, föroysku Eivør og Brimheim, svensku Lucky Lo, finsku Irene. Aftur í morgin avdúka vit eitt sera spennandi föroyskt tónleikanavn. Fylg við á gfestival.fo og skunda tær at keypa atgongumerki. 

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »

12 mar 2024
G! kunnger: Agat - Rokkandi punkrapp

Kom og verð rivin við, tá ið Agat tekur yvir! Les meira »