2 des 2022

Keyp atgongumerki nú

Um nakrar fáar vikur gongur móti ljósari tíðum og sostatt eisini móti G!

Á G! skrivstovuni eru vit av álvara farin at hugsa um summarið, ella rættari sagt hæddarpunktið av summarinum, tá ið vit halda ársins veitslu á sandinum í Syðrugötu hin 13. til 15. juli. 

Júst nú stendur desember fyri durum, vit eru í jólahýri og hava valt at geva tykkum eina serliga jólagávu. 

Við hesi serligu gávu, kanst tú gerast ein av teimum 500 hepnu eigarunum av einum EARLY BIRD vikuskiftispassi fyri bert 895 kr. 

Tú SPARIR 700 kr í mun til prísin við dyrnar. Meðan Early Bird atgongumerkini eru til sölu, ber eisini til at keypa tjaldingarpass fyri 295 kr. Tjaldingarpass kosta annars 495 kr. við dyrnar. Sostatt sparir tú 900 kr., um tú keypir bæði.

Um tú hugsar um at geva tínum allarbestu eitt G! atgongumerki í jólagávu, so er lagamanni at taka av hesum tilboði, tí atgongumerkini verða leverað við telduposti; klár at skriva út og lata tínum allarbestu.

 

Men tað ræður um at skunda sær, tí vit hava einans 500 atgongumerki fyri hendan serliga lága prísin.

Gleðilig jól

23 apr 2024
GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G!

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara! Les meira »

16 apr 2024
JJ Paulo á G!

Kom og dansa á G! saman við JJ Paulo! Les meira »

9 apr 2024
Plúmm skal spæla á G!

Allir tónleikarar vita hvörjir plúmmararnir eru, og eingin er sum Plúmm Les meira »

2 apr 2024
Das Body kemur á G!

Punkdiskotónar úr Oslo! Les meira »

26 mar 2024
Grönlendskur deyðsmálmur á G!

Vit gera klárt at lyfta hornini! Les meira »

19 mar 2024
Nelly Moar: Glöðandi R&B á G!

Norsku miðlarnir eru ikki í iva, Nelly Moar er stórsta R&B vónin tey eiga yviri í Noregi! Les meira »